Rithøvundafelag Føroya
Tíðindatænasta  
  Heim | Felagið | Yrkismál | Føroyskar bókmentir | Stuðul | Tíðindi | Slóðir | Limir | Samband |  English | Innrita

Yrkismál

Yrkismál > Sáttmáli millum Kringvarp Føroya og Rithøvundafelag Føroya um rættindi til sending av tilfari
Sáttmáli millum Kringvarp Føroya og Rithøvundafelag Føroya um rættindi til sending av tilfari
1.
Kringvarp Føroya bindur seg til at rinda Rithøvundafelag Føroya 275.000 kr í árinum 2010 fyri rættindi, at senda útgivið(1) og upphavsrættarliga vart tilfar hjá limum í Rithøvundafelag Føroya. Treytað av at játtanin til Kringvarp Føroya hækkar, fer upphæddin upp á 325.000 kr.
Sáttmálin fevnir ikki um tilfar, umbiðið av Kringvarpi Føroya.

2.
Kringvarp Føroya heldur skil á hvussu nógv tilfar er sent eftir hvønn høvund og hvat slag tað er.

3.
Miðast skal ímóti,
at 50% er upprunatilfar og 50% er umsett,
60% er nýinnlisið tilfar og 40% eru endursendingar

4.
Høvundur/útgevari skal spyrjast áðrenn tilfar verður varpað út.

5.
Eitt bókmentaráð við 4 limum, (2 frá Kringvarp Føroya og 2 úr Rithøvundafelag Føroya) skal skipast, at gjøgnumganga og gera tilmæli um sendingar.
Reglugerð fyri bókmentaráðið skal gerast í samráð millum partarnar.

6.
Sáttmálin er galdandi fyri 2010. Semjast partarnir ikki um at endurnýggja sáttmálan, kemur sáttmálin, sum er galdandi fyri 2009 aftur í gildi.

Tórshavn tann 12. januar 2010

(1) Útgivið umfatar eisini tilfar, sum ein høvundur lesur upp, hóast tað ikki er útgivið á annan hátt.
Prenta
Dagført 10.03.2010


Nýggjastu Tíðindi
Føroyskar skaldsøgur
Nýggjur sáttmáli millum Kringvarp Føroya og Rithøvundafelag Føroya
Stuðulsárið 2010
Bábelstornið 100 ár
Starvslønir til listaligt og mentanarligt arbeiði í 2010

Slóðir
Afsnit p
Ubuweb
Childbooks
Hjalmar Jacobsens bókahandil
Dansk Forfatterforening
Electronic Text Collections
Fróðskaparsetur Føroya
European Writers Congress EWC