| 04.12.2009 | | Mentanargrunnur Landsins kann lata umsøkjarum starvslønir við støði í listaligum og fakligum metingum av verkevni ella verkætlan.
Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentamálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.
Starvslønirnar kunnu vera latnar soleiðis: 1 starvsløn galdandi í 3 ár og starvslønir galdandi í 1 mánað til 12 mánaðir.
Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi 1, sum eftir 1. oktober 2009 er kr. 24.016,70 um mánaðin.
Umsóknir skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. desember 2009.
Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni ella á skrivstovuni.
Mentanargrunnur Landsins, Tórgarðsgøtu 42, Tórshavn mentan@mentanargrunnur.fo www.mentanargrunnur.fo |  |
|