| 16.01.2010 | | Kunning um umsóknarfreistir fyri stuðul frá Kulturkontakt Nord
(KKN).
FLYTFØRISSTUÐULIN
Fýra stuðulsumfør fyri einstaklingar verða í 2010. Tvey í vár og tvey í heyst. Netverksstuðul (styttri) kann søkjast tvær ferðir í ár, og longri netverksstuðulin kann søkjast eina ferð, í heyst.
Stuðul til BÚDEPLAR TIL LISTAFÓLK (residens) er aftur tøkur at søkja. Freistin at søkja er 24. februar, og skipanin er opin frá í dag. Við stuðlinum kunnu búdeplar bjóða listafólkum úr øðrum Norðurlondum ella baltisku londunum eitt uppihald. Umsóknarumfarið til búdeplar er galdandi fyri 2010 og 2011.
MENTANAR- OG LISTASTUÐULIN (herundir framleiðsla) um várið og um heystið.
Týðarastuðulin kann søkjast tvær ferðir um árið: 1. apríl og 1.
oktober. Leiðreglur og umsóknarblað er at finna á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, undir Kulturkontakt Nord.
UMSÓKNARFREISTIR FYRI VÁRIÐ 2010:
Flytførisstuðul:
Flytføri fyri einstaklingar:
13.1 – 10.2.2010
31.3 – 21.4.2010
Netverk (styttri):
3.2 – 10.3.2010
Stuðul til búdeplar fyri listafólk:
13.1 – 24.2.2010
Mentanar- og listastuðulin:
Førleikamenning, listdómur og vitanardeiling:
22.2 – 22.3
Framleiðsla og miðlan:
22.2 – 22.3
GG! Allur stuðul skal søkjast online. Meira kunning og vegleiðing um krøvini eru at fáa á heimasíðuni hjá stovninum:
www.kulturkontaktnord.org.
Eisini ber til at lesa um møguleikarnar fyri stuðli úr KKN á
heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum: http://www.nlh.fo/00261/00262. |  |
|