| 10.03.2010 | | Rithøvundafelagið og Kringvarp Føroya hava skrivað undir ein nýggjan sáttmála, sum fyribils kemur at galda fyri alt árið 2010. Sáttmálin kemur í staðin fyri gamla sáttmálan frá 1993.
Nýggi sáttmálin byggir á eina fastprísskipan, sum gevur Kringvarpi Føroya rætt at senda ritverk hjá limunum í Rithøvundafelagnum fyri eina fasta árliga upphædd, sum síðan verður goldin høvundunum at verkunum umvegis Rithøvundafelag Føroya.
Endamálið við nýggju avtaluni er at gera tað lættari hjá Kringvarpi Føroya at senda ritverk eftir føroyskar høvundar og týðarar og harvið gera skaldskap og rithøvundar nógv sjónligari í føroysku miðlunum.
Sáttmálin er at finna undir skránni "Yrkismál". |  |
|