Rætt til at gerast limir í Rithøvundafelag Føroya hava tey, ið hava skrivað bók á føroyskum ella á annan hátt starvast sum rithøvundar.
Er ivi um upptøkurætt, verður málið avgjørt av stjórn felagsins.
Nýggir limir kunnu tekna seg við at venda sær til felagið.
Limagjaldið er 300 kr. og fellur til gjaldingar 1. apríl.