GESTABÚSTAÐUR Í STOKKHÓLMI
04-02-2013
Listafólk og onnur í Tórshavnar kommunu, sum fáast við mentanarligt arbeiði, hava aftur í ár høvi at gista 1-2 vikur í Villa Bergshyddan í Stokkhólmi.
Tórshavnar kommuna luttekur í norðurlendskum høvuðsstaðarsamstarvi á mentanarøkinum saman við Helsinki, Oslo, Stokkhólmi, Keypmannahavn, Reykjavík, Nuuk og Mariehamn.
Stokkhólms kommuna bý&e
Listabýli
03-02-2013

Limir felagsins standa í boði at fáa innivist í "Skandinavisk Forenings Kunstnerhus" í Rom.
Agnar Artúvertin ritstjóri á Varðanum
27-01-2013

Av tí at Poul Andreasen, sum hevur verið ritstjóri á Varðanum síðan 1987, hevur sagt seg frá, hevur nevnd felagsins tann 24. januar 2013 sett Agnar Artúvertin sum ritstjóra.
Agnar hevur lisið heimspeki og bókmentir í Cambridge. Hetta var á Anglia Ruskin University, sum áðrenn navnabroytingina varð kallað Anglia Polytechnic University. Hann hevur drúgvar royndir sum rithøvundu
Debutant-skeið á Biskops-Arnö
24-01-2013
Debutantskeiðið á Biskops-Arnö verður 12. – 16. Juni 2013. Ein debuterandi rithøvund úr Føroyum hevur møguleiki at luttaka.
Heilt síðan 1960 hava verið hildin rithøvundaskeið og onnur bókmentalig tiltøk á Biskops-Arnö, sum hava havt ikki so lítið at siga fyri menningina av bókmentaliga almenninum í Norðurlondum. Debutantskeiðini byrjaðu í 1962
Nýggj bók komin út
24-01-2013
Til kross og grøv - føstulestrar, er heitið á bók eftir John S. Myllhamar, ið komin er út og sum kirkjur og onnur hava fíggjað.
Bókin, sum er 64 blaðsíður og inniheldur sjey føstulestrar.
Bókin verður latin stuðlunum ókeypis. Eisini verður hon løgd umborð á skip og onkrar stovnar. Permumyndin er strikumynd av Fuglafjarðar kirkju.
Umsóknarfreistir
17-01-2013

Flytføristuðul
• Flytføri fyri einstaklingar: 09.01.2013 - 06.02.2013, Mobilitetsstöd
• Netverksstuðul: 30.01.2013 - 27.02.2013, Kortvarigt nätverksstöd
• Stuðul til búdeplar: 04.09.2013 - 02.10.2013, Långvarigt nätverksstöd
GG: Ikki ber til at søkja um stuðul til búdeplar til verkætlanir í 2013 og 2014.
Stuðul til Mentan og List
• Framleiðsluvirksemi
Virðislønir Landsins 2012
16-01-2013
Virðislønir Landsins fyri 2012 vóru handaða 15. januar í í Spaniastovu í Klaksvík.
Tóroddur Poulsen, yrkjari og listamaður, fekk Mentanarvirðisløn Landsins 2012. Í yrkingum hansara síggja vit ein á føroyskum áður ósæddan hug og evni at geva kendum orðum nýggjar vendingar og samansetingar. Tóroddur er undangongumaður at skriva postmodernistiskar
Jólaheilsan
22-12-2012
Góðu tit, limir felagsins.
Vindurin ýlir um húsahorn. Træverkið ríkur og knarrar. Útsýnið gjøgnum vindeygað er darvað av regni, salti og dusti. Strandferðslan hevur avlýst fleiri túrar vegna veður. Einki jólaligt!
Men í stovuni stendur jólatræið prýtt við stjørnum, ljósum og einglum. Á toppinum trónar ljósareyða sp&iac
Jóanes Nielsen skrivar søgu
19-12-2012
Nýggjasta skaldsøgan hjá Jóanesi Nielsen, "Brahmadellarnir", kemur nú út á einum av heimsins størstu forløgum, altjóða forlagið Random House.
Við avtaluni skrivar Jóanes Nielsen søgu, tí hetta er størsta forlag nakrantíð, sum gevur út bók eftir føroyskan rithøvund.
Brahmadellarnir er ein ættarsøga, sum fevnir um 250 ár.
J&o
Málráðið er mannað
19-12-2012
Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum, og at áseta føroyska stavseting.
Málráðið gevur landsstovnum og almenninginum vegleiðing, ráð og upplýsing um føroyskt í talu og skrift. Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan
<
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
>