Bookmark and Share    
 

Rakel Helmsdal er Ý uppskoti til ALMA-vir­isl°nina 2020

2019-10-18 09:31
Rakel Helmsdal
 
Føroyski rithøvundurin, Rakel Helmsdal, er aftur í uppskoti til ALMA (Astrid Lindgren
Memorial Award). Hetta varð 17. oktober 2019 kunngjørt á árligu bókamessuni í Frankfurt.
 
ALMA er størsta bókmentavirðislønin fyri barna- og ungdómsbókmentir í heiminum og er Rakel higartil einasti føroyski rithøvundurin, sum hevur verið í uppskoti til hesa virðisløn.
 
Tað er Rithøvundafelag Føroya, sum hevur gjørt av at tilnevna Rakel, fyri hennara virki sum rithøvundur, myndprýðari, søguforteljari og lesifremjari.
 
Tilsamans eru 237 rithøvundar úr 67 londum tilnevndir ALMA 2020, sum afturat heiðurin er ein virðisløn uppá 5 mió. svenskar krónur. Vinnarin verður kunngjørdur á barnabókamessuni í Stokkhólm og Bologna í mai 2020.
 
Listin yvir tilnevndir rithøvundar er at finna á heimasíðuni hjá ALMA.
 
 
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn