Bookmark and Share    
 

N┴M sßttmßli

4. juni 2019 varð sáttmáli  um samsýningar undirskrivaður millum Rithøvundafelag Føroya og Nám.
 
Sáttmálin er galdandi í 3 ár - frá 1. juli 2019 og fram til 30. juni 2021.
 

GRUNDGJALD

Sambært hendan sáttmála fær høvundan 1.000 kr. í grundgjaldi, tá ið Nám hevur heitt á viðkomandi um at skriva ella týða nýtt tilfar. (Umbiðið tilfar).
 

PER SÌÐU

Afturat grundgjaldinum verður roknað samsýning fyri hvørja "normalsíðu", byrjað er uppá.
 
Eina normalsíðu er á 2.000 maskinsløg fyri fagur- og yrkisbókmentanarligar  tekstir, og 32 ørindalinjur tá ið talan er um yrkingar og líknandi.
 
Samsýning per normalsíðu er íroknað eftirløn og fylgir vikartímatakstin í galdandi sáttmála millum Føroya Lærarafelags og Lønardeildina.
 
Per. 1. okt. 2018 var vikartímatakstin/samsýning per normalsíðu: 356,10 Kr.
 

SERSTAKUR SÁTTMÁLI Í HVØRJUM EINSTØKUM FØRI

Gevið gætur, at serstakur sáttmáli skal gerast í hvørjum einstøkum føri, millum høvund og Nám.  Hesin skal útgreina innihaldsliga vavið, tal av útgávum og tíðarskeið, umframt fíggjarliga vavið.
 

TAKSTIR

Umbiðið, nýskrivað upprunatilfar
Grundtakstur: 1.000,00 kr.
Per normalsíðu: 356,10 kr.
 
Umbidnar týðingar
Grundtakstur: 1.000,00 kr.
Fagur- og yrkisbókm. tekstir, per normalsíðu: 178,05 kr. 
Yrkingar, per normalsíðu: 356,10 kr.
 
Rættindi at nýta upprunaverk í útgávum hjá Námi
Fagur- og yrkisbókm. tekstir, per normalsíðu: 178,05 kr.
Yrkingar, per normalsíðu: 356,10 kr. 
 
Galdandi sáttmáli er at finna her.
Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn