Bookmark and Share    
 

Sßttmßli vi­ Kringvarp F°roya - mai 2011

Sáttmáli um rættindi til sending av tilfari,

millum

Kringvarp Føroya

og

Rithøvundafelag Føroya

1. Kringvarp Føroya bindur seg til at rinda Rithøvundafelag Føroya 275.000 kr í árinum 2011 fyri rættindi, at senda útgivið og upphavsrættarliga vart tilfar hjá limum í Rithøvundafelag Føroya. Treytað av at játtanin til Kringvarp Føroya hækkar, fer upphæddin upp á 325.000 kr.

Sáttmálin fevnir ikki um tilfar, umbiðið av Kringvarpi Føroya. Rithøvundafelagið hevur bert ábyrgdina av at býta gjald fyri rættindi millum føroyskar høvundar. Rithøvundafelagið hevur onga ábyrgd av rættindum millum týðara og upprunahøvund.

2. Kringvarp Føroya heldur skil á hvussu nógv tilfar er sent eftir hvønn høvund og hvat slag tað er.

3. Miðast skal ímóti, at 50% er upprunatilfar og 50% er umsett, 60% er nýinnlisið tilfar og 40% eru endursendingar

4. Høvundur/útgevari skal spyrjast áðrenn tilfar verður varpað út. Kringvarpið skrásetir upplýsingar um høvundan og letur Rithøvudafelag Føroya tær.

5. Eitt bókmentaráð við 4 limum, (2 frá Kringvarp Føroya og 2 úr Rithøvundafelag Føroya) skal skipast, at gjøgnumganga og gera tilmæli um sendingar.

Reglugerð fyri bókmentaráðið skal gerast í samráð millum partarnar.

6. Ein tekstur kann ikki liggja úti á heimasíðu Kringvarpsins longri enn 1 mánað eftir at hann er lisin, ella – um talan er um skaldsøga – so leingi skaldsøgan verður send.

7. Sáttmálin er galdandi fyri 2011. Semjast partarnir ikki um at endurnýggja sáttmálan, kemur sáttmálin, sum er galdandi fyri 2009 aftur í gildi.

Tórshavn tann maj 2011

Fyri Kringvarp Føroya: 
Annika M. Jacobsen, stjóri
Barbara Samuelsen, deildarleiðari 

Fyri Rithøvundafelag Føroya:
Malan Poulsen, forkvinna
Carl Johan Jensen, næstformaður

 

1) Útgivið umfatar eisini tilfar, sum ein høvundur lesur upp, hóast tað ikki er útgivið á annan hátt.

Rith°vundafelag F°roya | LŘtzenstr°­ 4, FO-100 Tˇrshavn